2026-04-17 21:07
Verksmiðjutrolarin Akraberg kom í síðstu viku á Fuglafjørð, har skipið skuldi landa.
Við til lands hevur skipið 1.300 tons, harav umleið 250 tons er súrløga, sum Akraberg hevði fiskað í norska partinum av Barentshavinum.
Akraberg fór til fiskiskap 3. mars og fiskiskapurin var góður síðsta túr.
Nú er Akraberg aftur ávegis til fiskiskap, og skipari er Eyðun á Bergi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald