Miðalvatnstøðan í Føroyum heilt inni við land er vaksin við umleið 2,9 mm um árið tíðarskeiðið 1999 til 2023.
Tað vísa útrokningar við havmyndlinum FarCoast, sum Firum hevur ment.
Hetta er eitt sindur lægri enn globala hækkandi vatnstøðan, sum er 3,7 mm/ár sama tíðarskeið.
Hækkandi vatnstøða er ein ítøkilig avleiðing av veðurlagsbroytingunum, skrivar Firum.
Høvuðsorsøkirnar til hækkandi vatnstøðuna eru, at feskt vatn, sum stavar frá bráðnandi ísi á landi legst afturat høvunum umframt at sjógvurin hitnar og víðkast í rúmd.
Útrokningar sambært seinastu IPCC frágreiðing vísa, at sannlíkt er at vatnstøðan í Føroyum í 2100 verður millum 38 og 68 cm hægri enn hon er í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald