Innanlands

Fleiri skip komin inn við svartkjafti

Vestmenningur, Borgarin og Birita eru øll komin á Fuglafjørð at landa svartkjaft

Vestmenningur (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Vestmenningur (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2026-04-19 11:01 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Fleiri skip eru komin á Fuglafjørð, har tey skulu landa svartkjaft.

Vestemmingur hevur 2.200 tons, Borgarin hevur 1.700 tons, og Birita hevur 1.400 tons av svartkjafti.

Vestmenningur og Borgarin skulu landa svartkjaftin til ídnað hjá Havsbrún, meðan Birita skal landa svartkjaftin til matna hjá Pelagos.

Øll skipini hava fiskað svartkjaft sunnanfyri í føroyskum sjógvi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder