Seinastu dagarnar hava fleiri ferðir verið boð eftir bjargingarbáti, tí ein útróðrarbátur hevði tørv á hjálp, skrivar heimasíðan hjá Vørn.
Mánadagin varð boðað frá, at ein bátur var farin at leka. Les meira her: Bátur fór at leka og mátti sleipast inn á Miðvág
Um middagsleitið týsdagin var ein bátur uppsteðgaður ein hálvan fjórðing norður úr Stakkinum. Rescue Vón sleipaði bátin til Eiðis.
Í gjár vóru tveir bátar, sum høvdu tørv á hjálp.
Klokkan 14.15 varð boðað frá, at ein bátur var uppsteðgaður eystur úr Hvalnesi, og sleipaði arbeiðsbáturin hjá Brimli hann til lands.
Klokkan 16 fekk ein smábátur motortrupulleikar níggju fjórðingar norður úr Kallinum. Rescue Vón sleipaði bátin til Eiðis.
Í nátt klokkan tvey fekk ein bátur, sum varð staddur ein landnyrðing úr Fugloynni, motortrupulleikar, og Ziska sleipaði bátin til Hvannasunds.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald