Firum er ein av fýra føroyskum fyritøkum, sum lluttekur í stórari verkætlan, hvørs endamál er at meta um, hvussu verðurlagsbroytingar koma at ávirka alivinnuna. Verkætlanin, sum hevur fingið fígging EU granskingargrunninum Horizon Europe, kallast OCCAM. OCCAM stendur fyri: Operationalising Climate Change Adaptation and Mitigation for aquaculture.
Talan er um verkætlan við luttøku av 22 fyritøkum og stovnum úr Evropa har granskarar arbeiða saman um yvirskipaða evnið: veðurlagsbroytingar og alivirksemi. Av teimum 22 luttakandi pørtunum eru fýra úr Føroyum. Tey eru Sjókovin, Hiddenfjord, Avrik og Firum. Verkætlanin gongur yvir tíðarskeiðið 2025-2028.
Í farnu viku hittust luttakararnir á ársfundi í Vigo, Spania. Endamálið við fundinum var, at leggja fram arbeiðið, sum ymisku luttakararnir hava arbeitt við seinasta árið og viðgera úrslitini.
Firum stendur á odda fyri at menna eitt amboð, sum kann hjálpa alifyritøkum og myndugleikum at minka um trupulleikan við laksalús í einum broyttum framtíðar veðurlagi. Endamálið er at menna ein myndil, sum kann meta um ávirkanina av ymiskum hugsaðum dømum, ið kunnu minka um lúsasmittuna. Hetta verður gjørt í samstarvi millum føroysku lurtararnar í verkætlanini.
Sjókovin hevur ábyrgdina av at gera samfelags- og búskaparligar greiningar í verkætlanini. Yvirskipaða leiðslan av verkætlanin hevur norska granskingarfyritøkan Nofima.
Firum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald