Innanlands

Fleiri landingar í Fuglafirði

Norðingur landar til Pelagos og grønlendska uppsjóvarskipið Polar Ammassak hevur landað til Havsbrún

Norðingur (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Norðingur (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2026-04-27 21:29 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Í løtuni hava tey úr at gera at landa skipini, sum koma á Fuglafjørð at landa svartkjaft.

Norðingur er komin á Fuglafjørð við 1.300 tonsum av svartkjafti, sum er fiskaður sunnanfyri í føroyskum sjógvi.

Svartkjafturin, sum verður landaður til Pelagos verður framleiddur til matna.

Hjá Havsbrún hava tey eisini nokk at gera. Polar Amassak hevur júst landað 2.240 tons av svartkjafti til Havsbrún, sum skipið hevur fiskað sunnanfyri í føroyskum sjógvi.

Svartkjafturin, sum verður landaður til Havsbrún, verður framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður. 

[object Object]

Polar Ammassak (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder