Reiðaríið Thor í Hósvík hevur keypt íslendska trolaran Ljósafell, sum er blivin avloystur av einum nýggjari trolara.
Tað váttar Hans Andrias Kelduberg, reiðari.
Reiðaríið hevur ikki fleiri viðmerkingar í løtuni, men talan er um eitt skip sum er í góðum standi, hóast tað er bygt í 1973.
Ljósafell er ikki eitt ókent skip um okkara leiðir. Seinastu árini hevur skipið verið og gjørt meginpartin av viðíkahaldinum hjá Mest í Havn.
Hvat skipið er keypt fyri vita vit ikki.
Ljósafell er í skrivandi løtu ávegis til Føroyar, har skipið skal yvirtakast.
Íslendska manningin siglir skipið til Føroyar, og nýggi Ljósafelli er farin til Íslands, og er komin til Fáskrúðfjørð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald