Tá sáttmálin millum GroAqua og Bakkafrost undirskrivaðu sáttmálan á heysti 2024, var talan um størsta æltaða fóðurflaka í heiminum.
Nú er risastóri fóðurflakin í Føroyum. Hann varð bygdur í Szczecin, hjá GroAqua í Póllandi. Sambært kyst.no, sum hevur tosað við umboð fyri stóru føroysku fyritøkurnar, tók hann umleið tíggju mánaðir at byggja.
Tað tók tó longri enn væntað at fáa 1.100 tons tunga flakan til Føroya. Hetta vegna keðilig veðurlíkindi undir flutninginum.
Men nú liggur hann á Lambavík, har nýggjasti fóðurflakin, sambært Bakkafrost, skal nýtast. Har setti Bakkafrost 1,65 milliónir smolt út í fjør.
Tað er lutfalsliga einfald at nýta umstøðurnar umborð, og tað eru egna skipanin hjá GroAqua innan fleiri ting, sum verður nýtt. Heimasíðan kyst.no skrivar, at fóðurflakin hevur tríggjar generatorar, men hann skal í høvuðsheitinum nýta landstreym.
18 siloir eru. Fóðurflakin er 48 metrar langur, 13 metrar breiður og við 24 framleiðslulinjum.
Alifyritøkan fær longu í summar enn ein fóðurflaka, sum GroAqua stendur fyri: Tann 16 í røðini frá sama veitaranum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald