2026-05-04 11:00
Uppsjóvarskipið Birita landaði um vikuskiftið svartkjaft til Havsbrún í Fuglafirði.
Birita hevur verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Birita hevði 2.065 tons av svartkjafti, sum er størsta nøgdin skipið hevur havt síðani tað kom undir føroysk flagg.
Birita fór aftur á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi í nátt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald