Thor hevur keypt íslendska trolaran Ljósafell, sum hevur fingið navnið Kúrberg og heimstað í Tórshavn.
Reiðaríið Thor í Hósvík hevur keypt íslendska trolaran Ljósafell, sum er blivin avloystur av einum nýggjari trolara.
Tað váttaði Hans Andrias Kelduberg, reiðari í síðstu viku, og nú er skipið skrásett í føroyska flotanum og hevur fingið navnið Kúrberg.
Thor eigur longu ein trolara, sum hevur havt hetta navnið, men tann trolarin eitur nú Gamli Kúrberg.
Gamli Kúrberg liggur í Esbjerg, har trolarin hevur ligið seinastu árini.
Kúrberg hevur ikki nakað fiskiloyvi ella veiðuloyvi, men hetta verður ivaleyst flutt yvir frá Gamla Kúrberg.
Hvat Thor hevur keypt trolaran fyri vita vit ikki.
-
Kúrberg (Mynd: Gorm Niclassen)
-
Kúrberg er bygdur í Japan í 1973, men skipið er í góðum standi hóast tað hevur nøkur ár á bakið (Mynd: Kiran Jóanesarson)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald