Uttanlands

Christian í Grótinum sett met í Noregi

Christian í Grótinum hevur landað 3.505 tons í Egersund, sum er størsta lastin, sum nakrantíð er landað til virkið

Christian í Grótinum (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Christian í Grótinum (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2026-05-07 21:21 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Christian í Grótinum hevur landað svartkjaft í Noregi.

Christian í Grótinum hevur verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður hendan túrin.

Talan er um størstu einstøku lastina, sum nakrantíð er landað til virkið Prima Protein í Egersund.

Christian í Grótinum er í skrivandi løtu ávegis aftur á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder