Innanlands

Fuglberg og Skoraberg landað gulllaks í Klaksvík

Partrolararnir hava landað 260.000 pund av gulllaksi til Kósina í Klaksvík

Fuglberg og Skoraberg (Savnsmynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Fuglberg og Skoraberg (Savnsmynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2026-05-12 08:00 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Partrolararnir Fuglberg og Skoraberg landaðu í gjár gulllaks í Klaksvík.

Parið hevur verið á gulllaksaveiðu sunnan fyri Føroyar, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Veiðan bleiv landað til Kósina, og síðani koyrd í bilum til Tavuna í Leirvík, har gulllaksurin verður framleiddur.

Parið fór aftur til fiskiskap tá ið liðugt var at landa. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder