2026-05-18 08:06
Tað var jólaaftan í fjør at skrokkurin hjá frystitrolaranum Dunga Jákup, sum Varðin letur byggja hjá Mest kom á Skála, har skipið skal gerast liðugt.
Talan er um ein framkomnan frystitrolara, sum verður góðar 44 metrar langur, og slakar 12 metrar breiður.
Motorurin brennur lítið, og hann er gjørdur klárur til at vera umbygdur til grønar loysnir.
Skipið skal hava verksmiðju, sum kann frysta 40 tons um samdøgri.
Eftir ætlan verður trolarin latin Varðanum í summar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald