2026-05-18 10:19
Uppsjóvarskipið Høgaberg kom í gjár á Fuglafjørð, har skipið skal landa svartkjaft.
Høgaberg hevur verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.
Veiðan verður landað til Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald