Uttanlands

Emerald landað í Noregi

Emerald hevur landað 850 tons av rækjum í Tromsø

Emerald (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Emerald (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2026-05-21 06:58 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Rækjutrolarin Emerald hevur verið í Tromsø, har skipið hevur landað rækjur.

Emerald hevur verið til fiskiskap í 10 vikur hendan túrin, og hevur landað 850 tons av rækjum í Tromsø.

Tá ið liðugt var at landa, og skipið hevði skift manning varð loyst og farið aftur á rækjuveiðu í Barentshavinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder