Innanlands

Myndir: Dunga Jákup komin úr dokkini á Skála

Dunga Jákup er nú komin úr dokkini á Skála, har skrokkurin er málaður og hevur fingið litirnir, sum Varðin nýtir til síni skip

Dunga Jákup (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Dunga Jákup (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2026-05-25 15:11 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Dunga Jákup er frystitrolarin, sum Mest letur byggja fyri Varðan, og hann verður góðar 44 metrar langur, og slakar 12 metrar breiður.

Frystitrolarin skal hava ein framkomnan Wartsila-25 motor við 2611 HK. Hetta er ein motorur, sum brennur lítið og sum er gjørdur klárur til at verða umbygdur til grønar loysnir.

Skipið skal hava verksmiðju, sum kann frysta 40 tons um samdøgrið. Skrokkurin er gjørdur í Póllandi, og kom á Skála jólaaftan í fjør.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder