Innanlands

Tróndur í Gøtu fiskað sildakvotuna

Tróndur í Gøtu hevur fiskað sildakvotuna og fer nú aftur á svartkjaftaveiðu

Tróndur í Gøtu ávegis á Runavík í gjár (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Tróndur í Gøtu ávegis á Runavík í gjár (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2026-05-26 07:17 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Tróndur í Gøtu hevur landað 430 tons av sild til Varðan Pelagic, og hevur nú fiskað sildakvotuna.

Tróndur í Gøtu hevur havt góðan fiskiskap eftir sild eystanfyri Føroyar hendan túrin.

Tá ið liðugt var at landa á Tvøroyri, fór skipið á Runavík, har tað nú verður riggað til at fara á svartkjaftaveiðu sunnanfyri Føroyar.  

Tróndur í Gøtu fer til fiskiskap í kvøld.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder