Innanlands

Norðingur komin inn við svartkjafti

Norðingur er komin á Fuglafjørð við 1.900 tonsum av svartkjafti

Norðingur (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Norðingur (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2026-05-27 13:23 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Norðingur er komið á Fuglafjørð, har skipið skal landa svartkjaft.

Norðingur hevur verið á svartkjaftaveiðu eystanfyri í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur veirð hampiligur.

Veiðan verður landað til Havsbrún, har svartkjafturin verður landaður til ídnað.

Hjá Havsbrún verður svartkjafturin fyrst framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder