Uppsjóvarskipið Gamli Fagraberg, sum hevur ligið á Søldarfirði seinastu tíðina, stendur í løtuni á sølulista eftir at skipið bleiv avloyst fyrr í hesum árinum.
- Vit fingu nakrar fyrispurningar upp á skipið, og talan var bæði um útlendskan áhugað og føroyskan, men einki ítøkiligt er komið burturúr, sigur Anfinn Olsen, reiðari.
Reiðarin væntar, at tað eru minkandi kvotur, sum gera, at áhugin ikki er so stórur fyri Gamla Fagrabergi í løtuni og vónar at áhugin veksur, tá ið kvoturnar hækka aftur.
Hóast Gamli Fagraberg liggur á Søldarfirði, so verður skipið væl passa.
- Vit hava fólk, sum ganga umborð og tryggja sær at alt riggar sum tað skal, og at einki hendir við skipinum, sum hóast tað ikki er í vinnu longur, skal passast væl fyri at tað ikki skal forfalla, sigur Anfinn Olsen.
Gamli Fagraberg er bygdur í Noregi í 1999, og kom upprunaliga í flotan sum nýbygningur, og fekk tá navnið Krúnborg.
Tað var Eiler Jacobsen, sáli, sum lat skipið byggja, og sum seldi skipið til Fuglafjarðar í 2006 tá ið Framherji keypti skipið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald