Línubáturin Anru kom á Havnina í gjár, har báturin skal landa.
Anru hevur verið til fiskiskap á Føroya Banka, og fiskiskapurin hevur verið góður hendan túrin.
- Vit hava millum 55-60.000 pund, og nógv tað mesta er toskur, sigur Gundur Sørensen, sum er ein av eigarunum og skipari.
Anru hevur roynt á Føroya Banka, og fiskað varð í tvey og eitt hálvt døgn og aftrat hesum fer so eitt døgn til samans til at sigla út á fiskileið og aftur inn til lands.
- Vit hava drigið 38 stokkar, sum svarar til umleið 120 stampar, leggur Gundur Sørensens aftrat.
Tá ið Anru hevur landað, verður farið aftur til fiskiskap
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald