2026-06-03 12:08
Uppsjóvarskipið Norðingur er komið inn við svartkjafti, sum er fiskaður í føroyskum sjógvi.
Norðingur hevur hendan túrin fiskað 1.950 tons av svartkjafti eystanfyri Føroyar, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Veiðna skal landast til Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður.
Tá ið Norðingur hevur landað, verður farið á gulllaksaveiðu undir Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald