Innanlands

Norskt frystilínuskip á Klaksvík

Norska línuskipið Seir kom á Klaksvík í kvøld

Seir (Mynd: Bent Torfinsson Hansen)

Seir (Mynd: Bent Torfinsson Hansen)

2026-06-12 19:14 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Norska frystilínuskipið Seir kom á Klaksvík í kvøld, har skipið skal seta eitt eftirlitsfólk í land.

Upplýst verður at skipið hevur verið á Flemish Kap hendan túrin, og hevur fiskað 355,2 tons uppá 14 dagar. 

Talan er um svartkalva og steinbít, og skipið verður liggjandi á Klaksvík tað mesta av kvøldinum.

Seir skal til Ålesund, har skipið skal landa veiðuna og skifta fólk áðrenn tað fer aftur til fiskiskap. 

Seir líkist nógv Klakki í Klaksvík. Bæði skipini eru sniðgivin av norsku fyritøkuni Skipsteknisk. Seir í 2018 og Klakkur í 2010. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder