Innanlands

Eldur umborð á íslendskum uppisjóvarskipi norðan fyri Føroyar

MRCC fekk seinnapartin í gjár eitt neyðarkall frá einum íslendskum skipi sum var statt 15 sjómíl norðan fyri Føroyar – Eldurin var skjótt sløktur, og eingin fekk skaða av hendingini

Brimil sleipaði skipið til Føroyar (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Brimil sleipaði skipið til Føroyar (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2026-06-13 10:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin í gjár fekk MRCC Tórshavn og Tórshavn Radio neyðarkall frá einum íslendskum uppisjóvarskipi um at eldur var umborð.

Skipið, sum var ávegis úr Føroyum til Íslands, var tá statt umleið 15 sjómíl norðan fyri Føroyar.

MRCC Tórshavn sendi beinanvegin hjálp til skipið. Brimil, sum var umleið tveir tímar frá skipinum, setti beinanvegin kós móti skipinum. Rescue Vón av Eiði var úti og sigldi, hoyrdi eisini neyðarkallið og setti kós móti skipinum, sum var umleið 40 minuttir burtur, skrivar Vørn.

Stutt eftir neyðarkallið komu boð frá íslendska skipinum um, at eldurin var sløktur, og at ongin hevði fingið skaða av hendingini.

Brimil sleipaði skipið til Føroyar, og íslendskir mynduleikar eru kunnaðir um hendingina.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder