Uttanlands

Íslendingar meta at lodnukvotan kann hækkast munandi

Íslendska havstovan metir at lodnukvotan kann hækka 81 prosent

Finnur Friði á lodnuveiðu (Savnsmynd: Sigmund av Teigum)

Finnur Friði á lodnuveiðu (Savnsmynd: Sigmund av Teigum)

2026-06-15 13:06 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Nógv bendir á at íslendska lodnukvotan fer at økjast munandi, skrivar íslendskir miðlar. 

Væntast kann, at lodnukvotan verður 358.000 tons, sum er ein hækking á 81 prosent, og verður hetta veruleikin kunnu føroysk skip fiska knapt 18.000 tons av lodnu, sum svarar til 5 prosent av íslendsku kvotuni.

Trý føroysk reiðarí hava lodnukvotu, tey eru Framherji, Varðin og samtakið hjá Norðborg og Christian í Grótinum í Klaksvík. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder