Í hesum døgum liggur íslandski pelagiski trolarin Gullberg, úr Vestmannaoyggjum, á Havnini.
Gullberg var bygdur í 1998 til Shetlands. Í 2006 var hann keyptur til Íslands og fekk navnið Margrét. Seinni fekk hann navnið Beitir.
Í 2020 keypti Vinnslustøðin hf í Vestmannaoyggjunum skipið, og gav tí navnið Gullberg.
Skipið er 71 metrar langt, 13 metrar breitt, og lastar uml. 2000 tons. Motorurin er frá 2020.
(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
Gullberg fiskar sild, svartkjaft, makrel og lodnu.
Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð í gjár, har hann hitti tríggjar maskinmenn.
Uppá fyrispurning hví Gullberg lá á Havnini, svaraðu teir:
- Skipið er her tí Skipasmiðjan Mest skal gera ymiskt viðlíkahald. Harafturat skal skipið í dokkina á Skála, har tað skal málast, botnurin vaskast og zinki skiftast. Møguliga skal skrúvuaksilin út.
- Harafturat skal viðlíkahald gerast av trolspølunum, turbinin á høvuðsmotorinum skiftast og annað, siga Svanur, Óli Már og Theodór.
Uppá fyrispurning um hvussu nógvir av manningini vóru umborð, svaraðu teir skemtandi:
- Teir, sum arbeiða mest umborð, stríðast eisini nú umborð. Og tað eru vit, tríggir maskinmenninir.
Føroyska sjómansmissiónin ynskir teimum og sjófólkinum annars Guds signing og varðveitslu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald