Innanlands

Gadus farin á rækjuveiðu

Gadus hevur er farin aftur til fiskiskap, og fer hendan túrin at fiska rækjur

Gadus (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Gadus (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-06-25 11:16 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Flakatrolarin Gadus kom heim í síðstu viku, har skipið landaði umleið 1.200 tons, og nú er skipið fari aftur til fiskiskap.

Meðan Gadus hevur ligið í Ánunum eru tillagingar gjørdar umborð, soleiðis at Gadus nú hevur møguleikan at fiska rækjur, og tað er tað, sum trolarin skal fiska komandi túr.

Í løtuni eru Arctic Viking, Enniberg, Emerald og Hvítanes á rækjuveiuð, og nú fer Gadus eisini at royna eftir rækjum við Svaldbard.

Gadus skal fiska við trimum trolum, men hevur ikki rækjukókara umborð, so allar rækjurnar skulu landast til ídnað.

32 mans er við hendan túrin, og skipari er Ólavur biskopstøð. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder