2026-06-25 15:45
Verksmiðjutrolarin Akraberg er komin á Fuglafjørð, har trolarin skal landa rækjur.
Akraberg fór til fiskiskap tann 17. apríl, og hevur verið burtur líka yvir tveir mánaðir hendan túrin, og hevur fiskað 615 tons av rækjum.
Akraberg hevur roynt við Svaldbard, og tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur á rækjuveiðu, upplýsir Anfinnur Olsen, reiðari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald