Innanlands

Borgarin og Norðingur komnir inn við gulllaksi

Borgarin og Norðingur skulu landa ávikavist 330 og 200 tons av gulllaksi

Borgarin (Savnsmynd: Pætur á Líknargøtu)

Borgarin (Savnsmynd: Pætur á Líknargøtu)

2026-06-26 11:51 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipini Borgarin og Norðingur eru komin inn við gulllaksi, sum skal landast í Miðvági.

Borgarin hevur 330 tons, og Norðingur hevur 200 tons. Bæði skipini hava fiskað vestanfyri Føroyar hendan túrin.

Gulllaksurin verður landaður upp í lastbilar, og verður síðani koyrdur til Tavuna, har hann skal virkast. 

Borgarin og Norðingur fara aftur til fiskiskap tá ið liðugt er at landa.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder