2026-06-28 15:27
Ferjan Galaxy, sum Strandferðslan hevur leigað í fleiri umførum sum avloysaraskip fyri Smyril, er nú seld til upphøggingar.
Galaxy hevur ligið síðani skipið fór aftur úr Føroyum, og nú er endalig avtala komin uppá pláss um, at skipið skal høggast upp í India.
Galaxy var nógv frammi í miðlunum tá ið skipið var í Føroyum síðsta heyst, tá ið gølan um opna hekkuportið kom fram.
Galaxy er bygd í 1979 í Póllandi, og endar nú sínar dagar sum gamalt jarn í India.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald