Trolarin Gamli Kúrberg, sum bleiv avloystur í mai í ár, skal nú høggast upp í Danmark.
Gamli Kúrberg er bygdur á Skála Skipasmiðju í 1984, og hevur havt heimstað í Føroyum øll árini.
Hóast skipið hevur havt heimstað í Føroyum øll árini, so hava tað verið ymiskir eigarar á trolaranum.
Skipið bleiv upprunaliga bygt sum Vesturvarði, og hevði tá heimstað í Sørvági.
Seinni skiftið skipið navn og eigarar og fekk tá navnið Edna, men skifti ikki heimstað.
Fyri nøkrum árum síðani keypti Thor trolaran, sum tá fekk navnið Kúrberg, og heimstað í Tórshavn.
Seinastu árini hevur trolarin ligið í Esbjerg, og nú er hann seldur til Smedegaarden A/S endar soleiðis sínar dagar í Esbjerg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald