Í 1980-unum, var Martin Sofus Joensen, í læru sum stál skipasmiðjur á Skipasmiðjuni á Skála. Tá hann var á Tekniska skúla í Havn, var ein av uppgávunum, at tekna og gera ein stálbát. Báturin var í gerð gjøgnum fleiri ár, og holdið sum Martin Sofus var ein partur av, arbeiddu uppá bátin øll fýra skeiðini á skúlanum.
Tekniski skúlin rindaði tilfarið og átti bátin, sum stóð á skúlanum í 12 ár.
Síðani keypti Karl Anton Thune bátin, og gav honum navnið Jón. Hann gjørdi hann lidnan, og riggaði hann til fiskiskap við snellum. Báturin er lítið brúktur.
- Eg havi gjøgnum fleiri ár spurt Karl Anton um at selja mær bátin, tí eg hevði eitt serligt forhold til hansara og kendi hann frá kjølinum av. Eg fekk líkasum einki endaligt svar, tí hann var góður við bátin og ynskti at eiga hann og fiska við honum, sigur Martin Sofus Joensen.
- Tá eg í vár aftur spurdi hann um at selja mær bátin, játtaði hann. Eg eri fegin um bátin, sum er riggaður til snellufiskiskap. Eg havi givið honum navnið Vár, og ætli at dríva hann og fari at royna mest við snellu, sigur Martin Sofus Joensen.
(Mynd: Sjómansmissiónin)
Vón er 12 metrar long og 3,4 metrar breið. Motorurin er ein 286 HK. Volvo. Báturin er í finasta standi, hóast hann treingir til at málast, sigur hann.
- Hóast báturin er 40 ár, so hevur hann bara verið á sjónum í eini 2-3 ár. Restina hevur hann staðið uppi á landi, sigur Martin Sofus Joensen.
Martini Sofusi verður ynskt tillukku og Guds signig við Vár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald