Innanlands

Mær leingist at sleppa umborð aftur

- Eg umhugsi at fara á skiparaskúla, men eg trívist sera væl, her sum eg eri nú. Eg fall fyri sjólívinum beinanvegin, sigur 20 ára gamli Eyðun Beder Jónsson úr Fuglafirði, sum leingist at sleppa umborð aftur, um hann er ov leingi heima

(Mynd: Privat mynd)

(Mynd: Privat mynd)

2026-07-12 19:48 Author image
Danjal av Rana
placeholder

Næturnar kunnu vera langar og kuldin bítandi, tá Akraberg um veturin liggur í Barentshavinum og roynir eftir rækjum. Umborð er 20 ára gamli Eyðun Beder Jónsson úr Fuglafirði, sum hevur verið sjómaður í trý ár.

[object Object]

- Eg tímdi ikki skúla longur, tá eg var liðugur í 10. flokki, og vildi tí royna okkurt heilt annað. Eg fall so fyri sjólívinum beinanvegin, greiðir hann frá.

Fyrsta stigið var at lima seg inn í bólkin Føroysk sjófólk á Facebook og so at liggja framvið, tá hann sá, at lýst var eftir fólki.

- Eg slapp tveir túrar við Kvikk sum dekkari, og fór síðani yvir á Jógvan I í 1½ ár. So ringdu teir frá Akrabergi og bóðu meg koma við, sigur Eyðun Beder Jónsson.

[object Object]

[object Object]

Eyðun Beder Jónsson er ein arbeiðssamur ungur maður, tí tá hann ikki er úti, arbeiðir hann á trolvirki.

- Mær dámar betri átta og átta ella seks og seks rútmuna umborð á skipi enn at arbeiða 8 til 16. At ganga vaktir umborð er akkurát nakað fyri meg og mær leingist at sleppa umborð aftur, tá eg havi verið heima í eina tíð. Mær dámar væl rútmuna, frælsi frá øllum og góða samanhaldið umborð.

[object Object]

- Eg viðmæli heilt víst øllum at royna sjólívið. Tað er ikki fyri øll, men øll burdu roynt tað, sigur Eyðun Beder Jónsson. Sjálvur umhugsar hann at fara á skiparaskúla.

- Eg umhugsi at fara á skiparaskúla, men eg trívist sera væl, her sum eg eri nú. Tað verður so í øllum førum á sjónum, at eg skal arbeiða, sigur hann.

--

Fleiri greinar í røðini

Zakarias Ridao Wang: Landið er bygt á sjómenn

Bartal K. Hansen: Vónar at fáa fastan kjans

Dina á Fløghamri: Ein túrur bleiv til trý ár

Andreas Winther Klit: Dreymurin er at føra trolara


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder