Innanlands

Norðfinnur landað í Miðvági

Norðfinnur landaði í gjár 80.000 pund til Snarfrost

Norðfinnur (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Norðfinnur (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-07-14 14:42 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Trolarin Norðfinnur úr Vestmanna, landaði í gjár 80.000 pund í Miðvági.

Norðfinnur hevur verið á svartkalvaveiðu eystan fyri Føroyar, og fisiskapurin hevur verið góður. 

Av teimum 80.000 pundunum, so vóru 65.600 pund svartkalvi, meðan nakað av blálongu og kongafiski eisini var í lastini. 


 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder