Innanlands

Sera lítil gróður á Landgrunninum

Nøgdirnar av plantuæti eru higartil ongantíð vaksnar nevnivert, vísa kanningarnar. Týðiligt samband er millum gróður av plantuæti og tilgongd og vøkstur av fiski á Landgrunninum

2026-07-15 12:33 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Vanliga tekur gróðurin seg upp um várið og heldur á til seint á sumri. Tó kann vera ójavnt frá ári til annað, nær hann byrjar og eisini kann gróðurin broytast nógv innan stutt tíðarbil.

Í ár er sera lítið av gróðri á Landgrunninum og nøgdirnar av plantuæti eru higartil ongantíð vaksnar nevnivert (Mynd 1).


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Mynd 1. Nøgdir av plantuæti í Skopunarfirði, har tjúkka svarta linjan er mátingarnar í 2026. Tað sæst, at virðini eru rættiliga lág í mun til gróðurin í t.d. 2024.

Týðiligt samband er millum gróður av plantuæti og tilgongd og vøkstur av fiski á Landgrunninum eins og yvirlivilsi av pisum undan fleiri av okkara sjófuglastovnum.

Tey árini, tá gróðurin er lítil ella kemur seint um várið, kemur sum heild lítið undan av sjófugli og av gýtingini hjá fiski. Og hinvegin, so hilnast árini við nógvum gróðri sum heild væl betur. Sama er við vøkstri hjá fiski. Tey árini, tá væl er av gróðri, er eisini meira føði til fiskin og fiskurin veksur skjótari, enn tey árini, tá lítil gróður er.

Plantuæti er føði hjá djóraæti, sum aftur er føði hjá fiskayngli. Tí hevur gróðurin stóran týdning fyri føðiviðurskiftini hjá fiskaynglinum. Fiskayngul, serliga nebbasildayngul, er høvuðsføði hjá sjófuglapisum. Í stuttum kann sigast, at gróðurin er beinleiðis ella óbeinleiðis føðigrundarlag undir øllum djóralívi í sjónum.

Mátingar við fylgisveini vísa, at í apríl byrjaði gróðurin spakuliga at taka seg upp inni á Landgrunninum, eins og vanligt hevur verið onnur ár. Á havleiðunum uttan fyri Landgrunnin kom gróðurin sum vanligt í mai. Men hóast gróðurin spakuliga byrjaði í apríl inni á Landgrunninum, so kom hann ongantíð rættiliga í gongd (Mynd 2). Bert smávegis nøgdir hava verið at síggja ymsastaðni av og á, sum helst eru riknar inn uttanífrá, men ongin serligur gróður um allan Landgrunnin, soleiðis sum tað helst skal vera um várið og summarið.

Mynd 2. Nøgdir av plantuæti í vatnskorpuni í apríl, mai og juni, mátaðar við fylgisveini.

Eftir nøkur ár við gróðuri yvir miðal, er samlaði vøksturin av plantuæti á Landgrunninum í ár millum tað minsta, síðani Havstovan byrjaði kanningarnar í 1990 (Mynd 3).

Mynd 3. Gróður á Landgrunninum frá á vári og til 26. juni, 1990-2026. Virðið fyri 2026 er eitt tað lægsta nakrantíð. Brotastrikan vísir miðal fyri øll árini. Góð gróðrarár síggjast við 5-10 ára millumbili.

Sum Havstovan frammanundan hevur boðað fra, so er lítið av yngli á Landgrunninum í ár (frágreiðingin sæst við at trýsta her). Hetta var ikki óvæntað, tí djóraætið, sum er føðin hjá fiskalarvum og -yngli, tørvar plantuæti fyri at nørast og vaksa og í vár vístu kanningar, at nøringin hjá djóraætinum var lítil.

Havstovan

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder