Í tíðarskeiðnum juni 2025 til mai 2026 varð útflutt fyri góðar 14 milliardir krónur, og fiskavøruútflutningurin var 13,2 milliardir.
Samanborið við undanfarnu tólv mánaðirnar vaks fiskavøruútflutningurin 1,3 milliardir krónur - 11,2 prosent, skrivar Hagstovan.
Útflutningsvirðið av flestu fiskasløgunum vaks, meðan útflutningsvirðið á fóðri og fiskamjøli minkaði.
Útflutningsvirðið á laksi vaks góðar 485 milliónir krónur. Tað er ein vøkstur á 8,3 prosent í útflutningsvirðinum, meðan nøgdin vaks við meira enn 18 túsund tonsum, – ella 18,3 prosent.
Útflutningsvirðið á toski er vaksið knappar 336 milliónir krónur – ella 28,6 prosent. Útflutta nøgdin er vaksin við 4,1 prosenti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald