2026-07-20 09:43
Uppsjóvarskipið Norðingur kom í morgun á Miðvág, har skipið skal landa gulllaks.
Norðingur hevur verið á gulllaksaveiðu vestanfyri Føroyar, og hevur fiskað 250 tons hendan túrin.
Veiðan verður landað í Miðvági, har gulllaksurin verður landaður uppí lastbilar, og síðani koyrdur til Tavuna í Leirvík, har hann skal virkast.
Norðingur fer aftur á gulllaksaveiðu tá ið liðugt er at landa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald