Innanlands

Váðasteinur skal høggast upp á Skála

Línu- og garnaskipið hevur verið í føroyrska flotanum seinastu knapt 50 árini

Váðasteinur hevur ligið við bryggju á Toftum seinastu árini (Savnsmynd: Edmund Williamson)

Váðasteinur hevur ligið við bryggju á Toftum seinastu árini (Savnsmynd: Edmund Williamson)

2026-07-23 12:00 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Línu- og garnaskipið Váðasteinur er selt til upphøggingar á Skála.

Váðasteinur varð skrásettur í føroyska flotanum í november 1976, og hevur sostatt verið í føroyska flotanum seinastu knapt 50 árini, men alt fær ein enda.

Reiðaríið Thor Fisheries keypt skipið í apríl í ár, og við í keypinum var eisini eitt garnaloyvið, sum var knýtt at Váðasteini.

Hetta loyvið er flutt yvir á onnur skip hjá Thor Fisheries, og Váðasteinur er seldur til felagið  Sp/f 12-08-09, sum høggur skip upp á Skála.

Sama felag er eisini í gongd við at høgga Suðring upp í løtuni.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder