2026-07-23 13:29
Uppsjóvarskipið Gøtunes er komið á Tvøroyri, har skipið skal landa makrel.
Gøtunes hevur verið á makrelveiðu norðanfyri í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið hampligur.
Gøtunes hevur 500 tons av makreli, sum skal landast til Varðan Pelagic, og Gøtunes fer aftur á makrelveiðu tá ið liðugt er at landa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald