2026-07-23 16:35
Uppsjóvarskipið Høgaberg er komið á Fuglafjørð, har skipið skal landa makrel.
Høgaberg hevur verið á makrelveiðu norðanfyri í føroyskum sjógvi, og hevur 580 tons við til lands, sum skal landast til Pelagos.
Tá ið Høgaberg kom inn, landaði Jupiter til Pelagos.
Tá ið Høgaberg hevur landað, verður farið aftur á makrelveiðu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald