Innanlands

Grønlendsk skip landa makrel í Føroyum

Polar Ammassak landar til Pelagos í Fuglafirði og Polar Amaroq landar frystan makrel í Kollafirði

Polar Ammassak (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Polar Ammassak (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2026-07-25 19:32 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipini Polar Ammassak og Polar Amaroq landa makrel í Føroyum.

Skipini hava partrolað hendan túrin, og Polar Ammassak landar feskan makrel til Pelagos, meðan Polar Amaroq landar frystan makrel í Kollafirði.

Upplýst verður at Polar Amaroq hevur umleið 600 tons av frystum, sum teir landa í Kollafirði, júst hvussu nógv Polar Ammassak landar vita vit ikki í løtuni.

Tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur á makrelveiðu í latjóða sjógvi norðanfyri Føroyar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder