2026-07-26 15:26
Rækjutrolarin Emerald hevur sett kós móti Tromsø, har skipið skal landa rækjur.
Emerald hevur verið á rækjuveiðu við Svaldbard, men fiskiskapurin hevur verið smáligur.
Emerald byrjaði túrin 22. mai, og hevur fiskað 600 tons hendan túrin.
Hóast fiskiskapurin heuvr verið smáligur, so er prísurin góður í løtuni.
Tá ið Emerald hevur landað og skift fólk, fer trolarin aftur á rækjuveiðu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald