Innanlands

Christian í Grótinum landað í Fuglafirði

Christian í Grótinum hevur landað 200 tons av makreli í Fuglafirði

Christian í Grótinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Christian í Grótinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-07-27 11:00 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Christian í Grótinum hevur landað 200 tons av makreli til Pelagos.

Christian í Grótinum hevur verið á makrelveiðu norðanfyri í føroyskum sjógvi, men fiskiskapurin hevur verið smáligur hendan túrin.

Makrelurin bleiv landaður til matna hjá Pelagos, og Christian í Grótinum er nú farin í Ánirnar at liggja til fiskiskapurin eftir makreli batnar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder