Innanlands

Ein finnur út av, hvat ein er gjørdur av

22-ára gamli Johan Martinussen, sum siglur við Polarstjørnuni er glaður fyri, at hann byrjaði á ísfiskaveiðu við línuskipi og soleiðis fekk eina harða byrjan upp á sjólívið

(Privatmynd)

(Privatmynd)

2026-07-28 19:10 Author image
Danjal av Rana
placeholder

Tað er ikki til at dylja út yvir, at sjólívið hætta sær ymiskt, alt eftir hvørjum skipi, ein er við. Størru og nýggjaru skipini geva eina behagiligari tilveru umborð enn nøkur av eldru skipunum.

Onkrir av ungu dreingjunum, sum samrøður hava verið við í hesi greinarøðini, hava eisini sagt so mikið.

Hann er glaður um, at hann byrjaði í í harðara endanum, sum hann sjálvur kallar tað.

- Fyrsti tjansurin eg fekk, var við einum minni línubáti á ísfiskaveiðu undir Føroyum. Vit vóru úti í eina viku í senn. Tað var nógv og hart arbeiði og lítil og eingin svøvnur. Har fann ein veruliga út av, hvat ein er gjørdur av og mentur at gera. Í dag eri eg sera fegin um, at eg byrjaði har og síðani arbeiddi meg til ein betri tjans, heldur enn at byrja á ovastu rók, sigur hann.

Tað vóru vinmenn, sum eggjaðu honum til at taka tjansin á sjónum. Tað var í 2024.

- Eg hevði fleiri vinmenn, sum fortaldu mær um sjólívið og at har var gjørligt at vinna sær góða hýru, um ein var jkárur til at taka eitt hál. Tað var drívmegin, sum fekk meg út á havið, greiðir hann frá.

Johan Martinussen av føddur og uppvaksin niðri, men býr nú í Hoyvík. Føroysku røturnar eru úr Klaksvík og Fuglafirði.

[object Object]

Í dag siglir hann við frystilínuskipinum Polarstjørnuni, og hevur verið til fiskiskap undir Føroyum, við ísland og á Flemish Cap. Í høvuðsheitum fiska teir hýsu, tosk, longu og brosmu.

- Men tað velst eisini um, hvar vit eru. Á Flemish Cap er tað fyri tað mesta toskur, men vit royna eisini eftir kalva, sigur hann.

Tað var ikki so lætt at fáa fysta kjansin, men tað loysir seg at blíva við at spyrja, greiðir Johan Martinussen frá.
- Eg bleiv ofta vendur burtur aftur, tá eg spurdi um kjans fyrstu tíðina, men ein má bara blíva við. Eg var í samband við nógvar skiparar, men teir flestu vilja hava menn við royndum, og tí er ofta verri at fáa fyrsta kjansin. Eg var so heppin at raka rætt í 2025, tá eg spurdi skiparan á Polarstjørnuni, júst sum teir manglaðu ein mann at koma við yvir til Flemish Cap og so fekk eg fastan kjans aftaná. Eg eri sera glaður og takksamur um, at hann gav mær møguleikan tá, sigur hann.

Lívið sum sjómaður er annars eitt gott lív, sigur Johan Martinussen, sum eisini var væl móttikin umborð.

- Manningin var sera fryntlig og vinalig. Tað er sjálvandi eitt sindur sum fyrsta skúladag, ein er eitt sindur fjálturstungin, men tá ein skal búgva so tætt saman við fólki so leingi, so venur ein seg við hvønn annan og vit gerast ein familja. Vit hava jú bara hvønn annan umborð, greiðir hann frá.

- Eitt, sum mær dámar væl við at vera sjómaður er nógva frítíðin, tá eg eri á landi. Tað er hart arbeiði, meðan tú ert umborð, tí tú koyrir átta tímar vaktir í eini fýra, fimm vikur, so ein er stórt sæð til arbeiðis alla tíðina, sum ein er vakin. Men tá túrurin er av, so hevur tú frí líka til næsti túrur byrjar. Tað dámar mær væl, greiðir hann frá.

- Hetta harða arbeiðið ger so eisini, at tú merkir, at tú ikki ert so viðbrekin kortini, og fríska sjóluftin gevur tær góða og sunna orku. Men tú mást viðurkenna, at tað kostar at vera á havinum. Tú sært minni til vinirnar og nógvir festavalar, føðingardagar og familjuveitslur detta niður ímillum, tá tú ert á havinum, sigur Johan Martinussen.

[object Object]

Hann heldur, at uppskriftin er eydnast á fiskiskipi er sum so løtt.

- Tað ræður um at vísa, hvør dugur er í einum og at gera sítt besta. Allir sjómenn vóru einaferð sín fyrsta túr og stóðu á berum. Tað týdningarmesta er at man ger sítt besta og vísir, at ein vil arbeiða, so skal tað nokk ganga, sigur hann.

Johan Martinussen væntar tó kortini ikki, at hetta verður lívsstarv hansara.

- Eg ætli mær at fiska í nøkur ár afturat og so fara at fáa mær eina útbúgving, uttan at skula hugsa alt ov nógv um tað økonomiska í tí.

--

Fleiri greinar í røðini

Elias Lamhauge: Einki stress undir Íslandi

Eyðun Beder Jónsson: Mær leingist at sleppa umborð aftur

Zakarias Ridao Wang: Landið er bygt á sjómenn

Bartal K. Hansen: Vónar at fáa fastan kjans

Dina á Fløghamri: Ein túrur bleiv til trý ár

Andreas Winther Klit: Dreymurin er at føra trolara


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder