Leygardagin, 8. aug. kom sætta og nýggjasta skipið hjá Sandship í Fuglafirði, fyrstu ferð til Føroyar. Tað var í samband við, at skipið var ávegis til Íslands, og hevði vøru við til Føroyar.
Í vetur frættist, at Sandship hevði keypt skipið. Síðstu fimm mánaðirnar hevur tað verið í Póllandi til umbyggingar, og nógv er gjørt við skipið, sum er í góðum standi.
Nú er tað “sjálvlossandi” við maskinu á dekkinum, og væl riggað til flutning av alifóðri.
Sandship upplýsir, at tað hevur gjørt sáttmála við Biomar í Norra, um sigling við alifóðri millum Norra, Ísland og Scotland.
Vón Arctic er bygdur í 2010, er 86 metrar langur og 12,4 metrar breiður og lastar 2500 tons av alifóðri.
Umframt mekaniska umbygging hevur Vón Arctic eisini fingið nýmótans spariskipan frá Emerson ísetta. Tað merkir, at bæði motorur og skrúv hátta sær soleiðis, at skipið altíð siglir við minst gjørligum CO2 útlátið. Hetta minkar eisini um oljunýtsluna við 10 – 20 % um árið.
Sandship eigur og rekur eisini Sandfrakt, Vestborg, Vestland, Vitan og Vón Feeder.
Frá Sjómansmissiónini fekk Vón Arctic bøkur, skriftstað og geyma við kristnum sjónbandaløgum.
Føroyska sjómansmissiónin ynskir Sandship tillukku og Guds signing við Vón Arctic.
-
(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
-
(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
-
(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
-
(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
-
(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
-
(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
-
(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
-
(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald