Frystilínuskipið Jógvan I liggur í løtuni í Runavík, har bíðað verður eftir at síðsti skjølini koma uppá pláss.
- Jógvan I er útleigaður til eitt felag í Litava, og vit bíða nú eftir at endaligu skjølini koma uppá pláss, og síðani fer skipið avstað, sigur anfinn Olsen, reiðari.
Reiðarín sigur víðari, at í samdandi við at skipið er útleigað, so hevur skipið skift heimstað til Kleipeda, men verður skrásett sum dupultflagga, sum er vanligt í slíkum leiguavtalum.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2026/08/14/890x590/1786730425m9itjrdgs2.webp)
Jógvan I hevur fingið heimstað í Kleipeda (Mynd: Kiran Jóanesarson)
Tað er litaviska felagið Atlantic High Sea Fishing Company, sum hevur leigað Jógvan I, og grundin er at felagið manglar eitt frystilínuskip at fiska svartkalva í Eysturgrønlandi.
Enn er óvist júst hvussu leingi Jógvan I verður útleigaður, men talan verður helst um ein ella tveir túrar, upplýsir Anfinnur Olsen, reiðari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald