Innanlands

Kúrberg landað í Havn

Kúrberg hevur landað 110.000 pund til Barðið í Havn.

Kúrberg (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Kúrberg (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2026-08-17 19:22 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Trolarin Kúrberg hevur í dag landað til Barðið í Havn.

Kúrberg hevur verið til fiskiskap eystanfyri Føroyar, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Við til lands hevði Kúrberg 110.000 pund, harav nógv tað mesta, umleið 84.000 pund, var svartkalvi.

Kúrberg hevur fiskað í 12 dagar hendan túrin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder