Innanlands

Aftur økt um Fish and chips-framleiðsluna á Sjómannadegnum

Í fjør vóru 7500 portiónir av Fish and chips langaðar um diskin. Umstøðurnar eru betraðar ár fyri ár, og í ár er talið av frityrum enn einaferð økt.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2026-08-18 17:41 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Langa bíðirøðin á Sjómannadegnum hevur seinastu nógvu árini verið frammanfyri Fish and Chips-búðina hjá JFK.

Umstøðurnar í búðini eru betraðar ár fyri ár og fyri tveimum árum síðan var ein nýggjur bygningur gjørdur til endamálið.

[object Object]

Jógvan Hansen, sølu- og rakstarstjóri hjá JFK sigur við Norðlýsið, at aftur í ár eru betraðar.

- Vit ynskja at fólk ikki skulu standa so leingi í kø og tí hava vit økt um okkara framleiðsluføri, har vit enn einaferð hava økt um talið av frityrum, og vit vilja gjarna serverað fleiri portióninir enn vit gjørdu í fjør, sigur Jógvan Hansen við Norðlýsið.

Mett var at enar 7500 portiónir av Fish og Chips blivu serveraðar í fjør, og vónin er at økja um talið í ár.

Aftur í ár eru fleiri kokkar komnir úr Onglandi at gera Fish & Chips.

Sjómannadagurin er í Klaksvík leygardagin 22. august. Alla hesa vikuna eru hópin av tiltøkum í býnum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder