Í Kollafirði hava tey úr at gera við at landa útlendsk skip.
Í gjar var týskitrolarin Mark og landaði 230 tons av kongafiski, sum skipið hevur fiskað undir Grønlandi.
Í dag landar grønlendska uppsjóvarskipið Polar Amaroq 600 tons av makreli, sum skipið hevur partrolað eftir í altjóða sjógvi norðanfyri Føroyar, og í morgin skal Polar Princess landa 700 tons av frystum makreli, sum skipið eisini hevur fiskað í altjóða sjógvi norðanfyri Føroyar.
Øll skipini landa til frystigoymsluna í Kollafirði, og fara aftur til fiskiskap tá ið liðugt er at landa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald