2026-08-22 12:38
Trolarin Enniberg kom í gjár á Havnina, har skipið skal leggja um til kongafiskaveiðu.
Enniberg hevur verið á rækjuveiðu við Svaldbard, og byrjaði túrin 5. juni.
Skipið hevur júst landað 486 tons av rækjum í Kårvika, og setti síðani kós móti Føroyum.
Nú verður rækjuútgerðin koyrd í land, og skipið rigga til at fara á kongafiskaveiðu, og loyst verður í komandi vikur.
Hendan túrin var Karl Danielsen skipari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald