Innanlands

Sjómannadagurin í Klaksvík í dag

Byrjað verður við stórum morgunmatarborði kl. 10:30. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum setur dagin kl. 10:55.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2026-08-22 10:41 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sjómannadagurin í Klaksvík er í dag, og tað byrjaði veruliga nú tá seglskipini løgdu at bryggju klokkan 10.

Klokkan hálvgun tíggju byrjaði stóra morgunmatarborðið á bryggjuni og klokkan 10:45 byrjar virksemi á stóra pallinum.

Karl Johansen, borgarstjóri, bjóðar vælkomin og síðani setur Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, Føroya Sjómannadag.

Síðani verða alskyns tiltøk á pallinum. Føroyameistarakapping í at vinda hespu upp í noða, kasta langlínu, agnskering, skipalistakviss, egnikappng, trølbøting opg mangt annað.

Klokkan 13 letur Føroya átiligasta fiskaborð upp. JFK bjóðar Fisk & Chips, Bakkafrost bjóðar laks, og Christian í Grótinum bjóðar royktan makrel.

Alt er ókeypis á Sjómannadegnum.

Síggj alla skránna her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder